Hermenn úr Haiti

USA er farið undir at taka aftur herdeildirnar, sum landið sendi til Haiti aftan á tann ógvusliga jarðskjálvtan har í januar. Tær seinastu vikurnar hevur hermannaskipið USNS Comfort ligið fyri akkeri úti fyri Port-au-Prince, men nú riggar tað til at fara aftur til USA.

Umleið 11.000 amerikanskir hermenn eru í Haiti, og teir næstu dagarnar fara 3.000 teirra heimaftur.

Meðan USNS Comfort hevur ligið úti fyri Port-au-Prince, hevur skipið virkað sum sjúkrahús, og hesa tíðina hava 871 fólk fingið viðgerð umborð, skrivar AP.