Nakrir amerikanskir herflotamenn, sum lótu seg avmynda framman fyri SS-eyðkenninum og tí amerikanska flagginum í Afghanistan, sleppa undan revsing.
Leiðslan hjá hermonnunum hartar hvassliga hermenninar fyri at hava brúkt tekinið hjá tí illa gitna SS, men leiðslan sigur, at hermenninir vistu ikki betur, enn at SS er ein stytting av orðunum "sniper scouts", ið kann brúkast um sníkiskjúttar. Tí verða hermenninir ikki revsaðir, sigur herleiðslan.
Myndin hevur vakt stóran ans, og tað eru minni enn so øll, sum trúgva frágreiðingini hjá herleiðsluni. Eitt nú halda nógvir amerikanskir jødar, at hermenninir vistu betur, og teir vilja hava herleiðsluna at revsa hermenninar.










