Hermann uttan høvd

   

Rolf Guttesen
25.05.2004
????????????
»Færingerne ved ikke, hvad de skal bruge bloktilskuddet på 1 milliard kroner til, så det er bedst at fjerne det helt«.
Nakað soleiðis málbar Hermann Oskarson seg í tíðindasendindini á Danmarks Radio á P2, klokkan 7.02 í morgun, týsdag 25. mei 2004. Hermann er sum kunnugt formaður í »Færøernes Økonomiske Råd«, sum spikarin segði.

»De ved ikke hvad bloktilskuddet skal bruges til, og derfor eksporteres det videre til udlandet«
Jamen? Hvat er tað maðurin sigur? Er tað ikki landshúsarhaldið ella -kassin, sum fær blokkin? Fer hann ikki til at dekka millum annað sjúkahús, sosialmál og annað, sum kostar nógvar pengar? Meinar Hermann at móttakarin, Landsstýrið, ikki brúkar pengarnar, men »eksporter dem videre til udlandet?« Hann má vita tað! Hvar sendir Landsstýrið (í loyndum?) pengarnar? Hava vit ikki fyri stuttum hoyrt um, hvussu ringt tað var at fáa endarnar at røkka saman á fíggjarlógini?

»Nogen gange er der for lidt, men andre gange er der for meget«
Hvussu hetta svassið skal skiljast, veit eg ikki. Antin er tað bara »platt«, almindiligheitir, sjálvfylgjur. Sum í einum og hvørjum kommunukassa, statskassa ella firmakassa eru góðar og ringar tíðir. Sovorðið platt er einki argument í orðaskiftinum um blokkpengarnar ella Ríkisfelagsskapin. Ella tað er partur av framhaldandi fullveldisterrorismu. Nú hava teir mist Landsstýrissessin, nú skal bara saboterast og spillast so nógv sum gjørligt.

»Det kan slet ikke styres«
So, so. Hvat hava vit økonomar (búskaparfrøðingar) til? Hvat hava vit eitt Búskaparráð til? Búskaparráðið hevur netupp til uppgávus at fylgja við í búskaparligu gongdini, royna at geva politikarunum góð og væl undirbygd ráð (sambært grein 3 í lógini) um, hvussu føroyski búskapurin sum heild skal stýrast? Var ikki eisini onkur politiskur flokkur, sum tosaði um »neyva stýring«?

»Hovedet på blokken«
Hetta er tápuliga heitið á einum tiltaki á Christiansborg í dag, sum sonevndi Norðuratlantsbólkurin skipar fyri. Hetta er eitt samarbeiði millum Høgna Hoydal og tveir grønlendingar. Her letur ein av Føroya hægst settu búskaparfrøðingum seg brúka til at framføra anti-føroyska nonsens-talu. Enn einaferð seta vanligir danskarar spurningin, um føroyingar eru eitt serliga idiotiskt fólkaslag? Summatíðir gevi eg teimum rætt!