Hermann er sonur Onnu og Oskar Hermansen í Havn. Sum ungur var hann arbeiðsmaður og var onkan túr til skips. Hann er virkin innan vinstravongin í føroyskum politikki og gekk á odda í orðaskiftinum um t.d. Nato og ES. Frá 1989-94 læs hann búskaparfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Eftir at hava fingið prógv sum búskaparfrøðingur í 1994, var hann lærari á Kambsdali í eitt ár. 1. november 1995 var hann settur í starv sum fulltrúi á Hagstovu Føroya, har hann hevur verið stjóri seinastu fýra árini.
Hann var skrivari í búskaparráðnum frá 1. januar 1997 til 31. desember 1999. Síðan 1. januar 2002 hevur hann verið formaður í búskaparráðnum. Seinnu árini hevur hann ofta tikið lut í orðaskiftinum um búskaparlig og samfelagslig viðurskiftir sum heild, bæði í skrift og í talu. Hann hevur birt lív í mangt kjakið, ofta um evnir sum annars verða tagd burtur. Hann dugir sera væl at leggja síni sjónarmið fram. Hermann er giftur við Onnu Mariu, f. Nielsen, úr Havn. Børnini hjá teimum eru: Bárður, Marin og Turið. Hann er burturstaddur føðingadagin.










