Tað verður nakað eftir klokkan 15 seinnapartin, at Herman Petersen í Skálavík verður tann fyrsti at koyra í gjøgnum tunnilin. Hermann Petersen er 90 ára gamal, fyllir 91 tann 5. januar. Hann er elsta fólk í Sandoy, sum enn koyrir bil, og tað hevur hann gjørt, síðani hann sum 51 ára gamal tók koyrikortið í 1984.
Eftir at tunnilin harvið er alment tikin í nýtslu – kunna bilar eisini koyra inn av Gomlurætt.
Eftir hátíðarhaldið eru dyrnar opnar í ítróttarhøllini í Traðardali, har øll eru vælkomin til munnbitar, te/kaffi, kakur og annað gott, siga tey frá tunnilsfelagnum.