Løgmaður hevur nú tikið avgerð um, hvør verður nýggjur aðalstjóri í Uttanríkisráðnum.
Í tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni verður nú váttað, at Herluf Sigvaldson er settur sum aðalstjóri í Uttanríkisráðnum. Sagt verður eisini, at seks umsøkjarar vóru til starvið.
Herluf Sigvaldsson er útbúgvin stjórnmálafrøðingur (MSSc) við sergrein í heimspolitikki og hevur starvast í føroysku landsfyristingini síðan 1995. Frá 1998 til 2008 var hann deildarstjóri á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni. Herluf hevur eisini starvast í danska Uttanríkisráðnum í eitt ár. Síðan februar í 2008 hevur hann verið virkandi aðalstjóri í Uttanríkisráðnum.
Setanarnevndin, sum hevur arbeitt við einum tilmæli til løgmann um, hvør nýggi aðalstjórin skal verða, hevur eftir øllum at døma ikki havt Herluf Sigvaldsson sum nummar eitt á listanum.
Sum skilst, var Herluf Sigvaldsson nummar trý á listanum hjá setanarnevndini.