Herlig West Ham viðhaldsfólk

Tað gongur einki serligt hjá West Ham í ár. Teir liggja niðast og tað liðið spælir eisini illa. Leygarkvøldi vóru teir á vitjan á Anfield og West Ham spældi kanska verri enn teir plaga. Liverpool hevði lætt spæl og vann 3-0. West Ham viðhaldsfólkini megnaðu tó at halda lív í og skapa ein góðan stemning gjøgnum allan dystin.

Stutt eftir at Liverpool í fyrra hálvleiki hevði lagt seg á odda, royndi Victor Obinna seg við skoti úti frá. Bólturin fór himmalhøgt uppum.

“That’s why we are going down, that’s why we are going down”
(Hatta er tí vit flyta niður)

Byrjaðu øll West Ham viðhaldsfólkini syngja og tað fekk restina av áskoðarunum á Anfield at smíla og flenna.

West Ham viðhaldsfólkini syngja vanliga um at tey eru ávegis til Wembley, men við hetta høvið høvdu tey skift “Wembley” út við “Coventry”, sum ein staðfesting av, at tey ikki trúgva upp á betri tíðir. Coventry spælir í næstbest deildini í Onglandi.

Fyri eini viku síðan tapti Liverpool móti Stoke og nøkur viðhaldsfólk byrjaðu at rópa; “Dalglish, Dalglish”, við tí fyri eyga, at fáa Kenny Dalglish at taka yvir venjarastarvinum hjá Roy Hodgson. Hesa ferð vóru tað West Ham viðhaldsfólkini, ið vildu hava nýggjan venjara. Tey sungu; “Paolo Di Canio, Paolo De Canio”. Italski framherjin spældi í West Ham frá 1999 til 2003 og er høgt virdur millum viðhaldsfólkini.

Herðaklapp til West Ham viðhaldsfólkini fyri at undirhalda á Anfield hóast West Ham spældi ein vánaligan dyst.