Heri verður sum fjøruti

Leygardagin 12. januar fyllir Heri Simonsen í Havn 40 ár.

Heri er kendur sum skemtari, hermari og undirhaldari og nú eisini sum útvarpsvertur á Rás2. Hann skrivar greinar fyri Sosialin, umframt at hann er kendur sum stadionspeakari hjá B36 og á Tórsvølli, tá landsdystir eru. Nógv minnast hann eisini frá sendingunum "Loynimyndir" í Sjónvarpinum í 1994.


Heri er havnarmaður. Hann er føddur í 1968 í Esbjerg, sonur Ingu, f. Gunnarsson, úr Havn, og Árna Simonsen, sála, úr Fuglafirði. Frá 1969-70 búði familjan í Runavík og frá 1970-75 í Havn. Tey búðu í Manitsoq í Grønlandi frá 1975 til 1978, tá tey fluttu aftur til Havnar.


Eftir loknan barnaskúla og framhaldsdeild á Venjingarskúlanum og í Grønlandi, tók Heri HF-prógv í Hoydølum í 1986. Fyrst í 90-unum var hann á málskúla í Onglandi og á háskúla í Danmark. Frá 1995-96 gekk hann á Norðurlendska Fólkaháskúlanum í Kungälv í Svøríki og á Medieháskúlanum í Kristiansand í Noregi frá 1996-97.


Heri hevur arbeitt sum postmaður í Havn í tveimum tíðarskeiðum, frá 1987-1994 og frá 1997-2007. Hann var álitismaður og varaálitismaður hjá postboðsbólkinum í Havn í fleiri ár og var eisini fyrsti tiltakslimur og virkandi nevndarlimur í nevndini hjá Føroya Postfelag í nøkur ár. Hann atkvøddi fyri samanleggingini við Starvsmannnafelagið 5. oktober í fjør. Í 1988 var Heri yvirkoyrdur undir arbeiði sum postboð, og fekk hann ein sera álvarsaman løst - tað stóð um lív í fleiri dagar. Aftaná fýra mánaðars sjúkramelding fór hann til arbeiðis aftur.


Í føroyskum fótbólti er tað B36, sum stendur hansara hjarta næst og í enskum fótbólti er tað Machester United. Hann er ein av stovnarunum og formaður í føroyska fjepparafelagnum hjá Machester United.


Hjartaliga tillukku við degnum.


Heilsan

starvsfelagar