Fyri fyrstu ferð í fýra Oyggjaleikum eydnaðist tað Hera Ziska at fáa heiðursmerki í diskuskasti. Hetta gjørdi hann til veruleika í kvøld, tá ið hann kastaði 43,20 metrar. Hetta var bert 20 sentimetrar stytri enn tann, ið vann silvur.
Hóast sera lítla munin sigur Heri seg vera fegnan yvir bronsuna.
- Í løtuni leggi eg einki í hvat slag heiðursmerkið er. Tað er bara deiligt at vera komin heilt har upp aftur, sigur Heri Ziska.