Heri um reppið at fáa bronsu

Heri Ziska endaði sum nummar 4 í hamarkasti mánadagin. Hann var ikki langt frá bronsumedaljuni, men gullvinnarin var í einum flokki fyri seg og setti nýtt Oyggjaleikamet

Lerwick: Mánadagin var kappingin í hamarkasti á leikvøllinum á Clickimin ítróttardeplinum.
Heri Ziska var við í hesari kappingini, og tað var líka við, at hann vann bronsumerki.
Heri Ziska tveitti 43,01 metrar, og tað var slakar 80 sentimetrar styttri enn bronsuvinnarin av Gotlandi. Cayman Island fór við silvurinum, og Isle of Wight við gullinum.
Andy Frost av Isle of Wight er í flokki fyri seg, og hann setti nýtt Oyggjaleikamet við 68,17 metrum. Hann tveitti næstan 20 metrar (!) longur enn tann næstbesti.
Andy Frost er ættaður av Isle of Wight, men hann er so góður í hamarkasti, at hann hevur verið á enska U21 landsliðnum.