20 ára gamli fuglfirðingurin hevur seinastu árini verið knýttur at ungdómsdeildini hjá AGF. Og í fjør fekk hann seg fleiri ferðir royndan á næstbesta liðnum hjá felagnum.
Krzyzstof Popczynski, sum áður hevur staðið á odda fyri VB, GÍ, HB og TB, er venjari hjá Aarhus Fremad.
- Eg skifti felag, tí eg meti meg fáa meira burtur úr her. Liðið var tætt við at flyta upp í farna kappingarári, og tað sigur nógv um teirra góðsku. Tað bilar so heldur einki, at Popczynski stjórnar liðnum, sigur Heri Hansen Nesá.
Aarhus Fremad vann seg upp á triðja plássið í røðini av 16 liðum í fjør. Liðið var eitt stig frá upp- og niðurflytingardystunum.










