Heri Kjærbo: Avrikið var ikki gott í dag

(Frá Rás2) TB/FCS/Royn tapti fjórða dystin á rað í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Hera Kjærbo, sum var liðskipari hjá TB/FCS/Royn, sum í dag tapti 0-3 ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu í dag. 

 

Heri Kjærbo heldur ikki, at Suðuroyar-liðið stóð fyri einum góðum avriki í dag, og hann harmast um, at Víkingur kom á odda 1-0 beint undan steðginum við einum keðiligum máli.

 

Heri Kjærbo heldur, at tað gekk illa í hond í seinna hálvleiki har Víkingur hevði bóltin nógv, og TB/FCS/Royn ikki kom til orðanna.