? Vit halda, at Týr stendur fyri nøkrum serføroyskum, sigur Birgir Kruse, stýrisformaður fyri Listastevnuna 2002.
? Tí hildu vit tað verða ógvuliga týdningarmikið at fáa teir at spæla saman við Runrig. Teir spæla serføroyskan tónleik, sum er latin í ein nútíðar rock-ham. Fyri útlendingar er Týr helst bara eitt av fleiri 100 rockbólkum, men fyri føroyingar og fólk, sum kenna tey føroysku kvæðini, er Týr nakað heilt serligt.
Hetta er grundin til, at valið fall heilt nátúrliga á Týr, vil Birgir Kruse vera við.
Hann vísir á, at bólkarnir eru ikki líkir tónleikaliga. Týr eru meira "heavy", meðan Runrig eru meira lyriskir, men teir eru eisini staðbundnir at plássinum teir koma frá, og eisini teir hava latið teirra tónleik í ein nútíðar ham.
Stór samsýning
Avtalan við Týr var gjørd longu í august mánaða í fjør um, at teir skuldu spæla til Listastevnuna, men tá funnið varð útav, at Heri Joensen, gittarspælarin, skuldi giftast júst henda dagin, fingu fyrireikararnir jú ein trupulleika.
? Vit tingaðust aftur og fram um tað, og vit komu so fram til eina avtalu, sum allir partar eru nøgdir við, sigur Birgir Kruse.
? Nú vísir tað seg so, at brúðarhús skal vera tann dagin konsertin er, men bólkurin fær eina stóra samsýning afturfyri at spæla.
Stýrisformaðurin vil ikki út við nøkrum talið, men hann sigur so mikið sum tað, at samsýningin er rundhandað, og at hon er tann størsta, ið nakrantíð er givin einum føroyskum rockorkestri fyri at spæla í Føroyum.
? Í fjør var tað soleiðis, at Clickhaze spældi sum vinnarar av Prix Føroyum, og hetta er fast, men Prix Føroyar er jú bara annað hvørt ár. Men vit hava roynt at skipa tað soleiðis, at teir útlendsku artistarnir ikki renna avstað við øllum teimum størstu samsýningunum og teir føroysku bólkarnir soleiðis eisini fáa ein b ita av køkuni, greiðir Birgir Kruse frá.
Strævið
Heri Joensen, brúðgómurin, sigur, at tað var eitt sindur strævið at skula flyta brúdleypið.
? Men tað var ikki gjørligt at flyta konsertina, so vit vórðu noydd at framskunda brúdleypið, sigur Heri Joensen.
? Vit vórðu longu bidnir um at spæla í august mánaða í fjør, men tá vit so spurdu nær Listastevnan skuldi vera, fingu vit at vita, at hon lá frá 10. ? 18. august, og tí løgdu vit brúdleypið tann 3., sum so átti at verið eina viku áðrenn. Men av tí at Listastevnan so varð longd, so fullu dagarnir saman. Og tá var onki annað at gera enn at flyta brúdleypið.
Sjálvsagt spurdi Heri sína komandi brúður, Sigrid Dalsgaard, um hetta var í lagi áðrenn sagt varð ja til at spæla tann 3. august.
Brúðarhús skal vera sama dagin sum konsertin, men til tað sigur Heri bara:
? Jamen, so noyðist eg bara at vera vekk eina løtu.
Týr kemur á pallin klokkan 21.00 og skal spæla í ein góðan tíma áðrenn skotsku Runrig sleppa framat.