Hergi Hádal 80 ár

Föðingardagsheilsan til okkara kæra, elskaða Pápa, verpápa og Abba.

Hin 4. septembur 1930 var Pápi mín borin í heim í Nýlendum í Tröðum, heiman á Sandi. Foreldrini vóru Mads Winther Johannesen, bóndasonur ættaður úr Miðstovuni í Trödum og Kathrina Fredrikka Olsen ættað úr Skúgvi. Pápi var sjálvt triðja dreingjabarn og trið yngstur av tilsamans tíggju syskjum.


Barnaskógvarnar sleit Pápi á Sandi og mangar eru frasagnirnar um eydnurikan og hugnaligan barndóm og uppvökstur í stórum syskinaskara í hugnaliga umhvörvinum sum tá í tíðuni var í Tröðum, har seyður, neyt, hestar og onnur djór hoyrdu gerðndis degnum til og har kúgvin átti sín bás í kjallaranum


Sum 10-15 ára gamal upplivdi Pápi seinra verðaldarbardaga og nógv av tí ringa og óttafulla, ið hann bar við sær. Havandi familju, vinir og kenningar á sjónum hesi vanda ár hevur ikki verið tespiligt.

Einaferð hesa tið upplivdi Pápi millum annað at standa á landi hyggjandi at, meðan týskur flúgvari sökti at slupp har Pápi, bróður og svágur hansara vóru umborð á. Lukkutíð sluppu allir við hvökkinum, onkur smávegis særdur. Neyvan sluppu hann ella teir nakrantíð frá ógvusligu minnunum.


Ikki hevur lagnan einans smílt til Johannesen familjuna í Nýlendum, og sum unglingi misti Pápi yngsta beiggja sín sum nýföddan eins og systir og bróður í besta blóma av sjúku og vanlukku. Slíkar hendingar seta sum vera mann síni djúpu spor hjá flestu okkara og gröðast ongantið heilt, hóast lívið fer víðari. Í dag er Pápi sjálvt fjórða og næst yngsta eftirlivandi av syskinum.


Sum flestu mans unglingar tá á dögum fór Pápi til fiskiskap við slupp, og dvaldi hann har í nökur ár. Men hann vildi annað enn at standa við lúnningina og fíla, og 21 ára gamalur fór hann í smiðjulæru í smiðjuni hjá Tummas Juul Askam í Havn, nevnd “Askams-smiðja” í sama men nógv broytta bygningi har dansisihölið kvöldlot á sinni helt til og har “Glitnir” er í dag.



Eftir lokna lærutíð fór Pápi á maskinmeistaraskúla og seinri aftur til sjós, nú sum yvirmaður. Fyrst við hvalaskjótara so til fiskiskap og síðan í danska handilsflotan. Eisini starvaðist hann í nökur ár í seksti árunum á basanum í Söndre Strömfjord í Grönlandi. Sjálvur hevur ein valt somu teknisku yrkisleið, og góður er Pápi at leita sær rád og vegleiðing frá tá á stendur.


Eftir at hann legðist uppá land með alla starvaðist Pápi í á leið 21 ár, til hann gott og væl sjeyti ára gamalur fór frá vegna aldur, sum formaður og goymsluumsitari í smiðjuni hjá Landsverkfröðinginum í Kollafirði.


Pápi var í mong ár virkin í fakfelagsarbeiði innan maskinmeistarafelagið og kempaði millum annað ein ótroyttiligan kamp fyri at böta um útbúgvingarviðurskiftini hjá maskinmeistarum, sum hildu til upp á má og fá í hölum kring býin. Hann rakk at enda málinum við maskinmeistaraskúlanum við Krákugjógv við öllum hentleikum ið hoyra einum maskinmestaraskúla til undir einum taki, men sum tíanverri við einum simplum politiskum pennastroki fá ár seinri bleiv skorin niður aftur móti sama stöði sum áður.


Í lærutíðini eins og maskinskúlatíðini búdi Pápi á Sjómansheiminum. Har hitti hann Mammu, Onnu Elisabeth Jacobsen av Eiði. Tey giftust í Januar í 1960 og fingu tey trý börn. Pápa og Mammu untust einans at vera saman til Ólavsökuaftan 1996, tá Mamma andaðist, einans seksti ára gomul. At missa konuna, júst sum tey stóðu á gáttuni at njóta teirra “otium” var ein harður smeitur, sum tú kæri Pápi ongantíð heilt er komin ígjögnum.


Í februar í ár var Pápi fyri teim djúpt sorgarfullu hendingum, innan 19 dagar at missa bróður, systir og síðan elsta son sín.

Pápabeiggi og Fastur hövdu longu rokki ein högan aldur, ímeðan bróður fór av sjúku, einans gott og væl 46 ára gamal. Slíkt er hart og terur upp á likam og sál, men lívið koyrir víðari við somu ferð uttan at steðga á eitt einasta bil.


Heilsuna loyvi eg mær at siga, at Pápi hevur góða, hóast fótafetini eru vorðin knapt so kvik sum onkuntíð. Hinvegin er sinnalagið lætt og skemtandi sum altíð.

Nú eru longu nökur ár síðan hann valdi at gevast at koyra bil, men tá toluliga viðrar er Pápi síggjandi spákandi við putti sínum í hond í grannalagnum úti í á Hvarvinum / Grönlandi, har tey bygdu fyri gott 41 árum síðan.


Góði elskaði Pápi, eg takki tær innarliga fyri alt tú er og altið hevur verið fyri meg og okkum öll. Tökk fyri at tú er sum tú er, stillur, sigiligur, sinniligur og nærlagdur sum fáur. Tær kundu flest fólk lært sera nógv av.


Vit ynskja tær Guds signing og góða heilsu í komandi tíðum og biðja til at mong góð ár skulu leggjast afturat við hartil góðari heilsu.


Kærar heilsur frá okkum við ynskjum um ein góðan og hugnaligan födingardag.


Árni, Bjarndis, Helen Ann og Kristian Sigurð.




Eg elski hitt gamla...


Eg elski hitt gamla hitt brimbarda býli

tey dýrastu minni mær berast í sjón

um dagar so fagrar við kjósi og smíli

sum einans teir finnast á barndómsins lón.


Har lærdi meg móðir at fjálga og æra

tann blett, har eg ljósið av fyrstantíð sá

har rættsinn og mildi var barndómsins læra

har lærdi eg alt, sum mítt lív byggir á.


Hvar enn eg mann fjakka, so leitar hann hagar

mín hugur, har sorgleysur dagurin rann

Ei nakað kann metast við barndómsins dagar

Bert minnini liva um skeiðið, ið svann.


Eg elski tann blettin, sum veitti mær skýli

tá landnyrðingsfroðan um lonina lá

eg elski hitt gamla hitt brimbarda býlið

- men tað skilur tú valla, hví tað er svá.



H. Dalsgaard týddi