Hergerð í Smiðjuni

Fríggjadagin 17. september letur ein málningaframsýning hjá listakvinnuni Hergerð Joensen upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Hergerð málar bæði naturalistiskt og abstrakt. Í fleiri ár hevur hon luttikið á listaskeiðum í Danmark. Hergerð hevur luttikið við málningum sínum á framsýningum saman við øðrum og havt fleiri sjálvstøðugar framsýningar. Hon hevur egið atelier, har hon brúkar tað mesta av síni tíð til málningalistina.


Framsýningin er opin til og við týsdagin 21. september. Opið verður fríggjadagin frá kl. 16–19, leygardagin frá kl. 10–18 og sunnudagin, mánadagin og týsdagin frá kl. 15 – 18.