Hergeir varð evakueraður

Løgtingsmaðurin Hergeir Nielsen endaði mitt í rokanum, tá ið bumburnar brustu í London hósmorgunin. Hann varð undir nógvum meldri fluttur burtur frá jarnbreytastøðini við Kings Cross, tá ein bumba brast har

Hergeir Nielsen hevur júst vitjað á Isle of Man í sambandi við setanina av tinginum á Tynwald. Hergeir Nielsen er fyrsti næstformaður í løgtinginum, og tað var tí hann var á almennari vitjar á bretsku oynni.
Á veg heimaftur til Føroya umvegis London endaði hann mitt í ruðuleikanum, tá ið yvirgangsatsóknir vórðu framdar móti enska høvuðsstaðnum hósmorgunin.
Hergeir Nielsen var staddur á jarnbreytastøðini við King´s Cross, tá ið ein bumba brast har, og hann varð í ruðuleikanum evakueraður av jarnbreytastøðini.
Løgtingsmaðurin fekk ongan skaða, og hann hevur tað gott.