Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt fyri at kanna loftvegis sambandið við Suðuroynna, og nær fer hann at leggja úrslit fyri løgtingið?
Soleiðis ljóðar skrivligi fyrispurningurin, ið Hergeir Nielsen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, hevur sett Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, um loftvegis samband við Suðuroynna.
Hergeir Nielsen vísir í viðmerkingum sínum á, at tað stendur í samgonguskjalinum, at møguleikin fyri loftvegis sambandi skal kannast. Tí vil hann hava at vita, hvussu langt landsstýrismaðurin er komin við hesum máli.
Hergeir Nielsen hevur áður verið heitur forsprákari fyri loftvegis sambandi millum Suðuroynna og miðstaðarøkið. Hann hevur millum annað mælt til, at sambandið verður røkt av smáum vatnflogførum, ið kunnu lenda á ávikavist Trongisvágsfirði og Havnarvág.










