Hergeir Nielsen sigur kortanei

Einasta tingmaður úr samgonguni í Suðuroynni ger púra greitt, at hann fer ikki at atkvøða fyri fíggjarlógini, soleiðis sum hon nú er. Verður fíggjarlógin ikki broytt, fer hon sostatt at fella í tinginum

Fíggjarlógin

Áki Bertholdsen

? Eg atkvøði ikki fyri fígjgarlógini, sum nú nú sær út.
Hergeir Nielsen, einasti tingmaður úr Suðuroynni, sum er í samgongu, ger púra greitt, at hann tekur ikki undir við uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, sum landsstýrið hevur lagt fram.
Og hann ger samstundis púra greitt, at hann fer ikki at atkvøða fyri fíggjarlógini, soleiðis sum hon nú sær út.
Tað, sum hann er so misnøgdur við, er at ikki eitt oyra er sett av til samferðsluhavnina í Vági.
?Eg havi gjørt heilt greitt á samgongufundi, at hetta kann eg ikki góðtaka sigur Hergeir Nielsen.
Vil tað so siga, at tú setir samgonguna í veð fyri at fáa pening játtaðan til hesi endamálini?
? Tað havi eg ikki sagt. Men eg kann bara vísa á, at tað skulu 17 atkvøður til fyri at fáa meiriluta fyri fíggjarlógini og tað eru ikki meiri enn 17 tinglimir í samgonguni. Sostatt er neyðugt at full semja er um fíggjarlógina, annars verður hon ikki samtykt, so onkustaðni fer at standa á.
Hergeir Nielsen sigur, at hann tískil fer at virka fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag so at samferðsluhavnin í Vági ikki dettur niðurfyri.
?Vit fáa trupulleikar longu í vetur av, at vit ikki hava tvær ferjulegur í Suðuroynni. Clare skal sigla á Tvøroyri eisini og tá ið høvuðsferðslan er fríggjakvøld, koma bæði Clare og Smyril á Tvøroyri ísenn.
Tú sigur Hergeir Nielsen, at Suðuroyggin hevur heilt avgjørt brúk fyri tveimum ferjulegum.
Hann vísir eisini á, at fyri løgtingsvalið samtykti eitt einmælt Løgting at játta pening til samferðsluhavnina í Vági.
?Sostatt var tað eitt samt løgting, sum vil hava samferðsluhavnina í Vági. Og tað fóru eisaini allir flokkar til val upp á at havnin skuldi gerast í Vági, eisini sum eitt lið í økismenningini.
?Vágur fekk ongantíð lut í Fiskavirking, sum setti gongd á aftur alt samfelagið, uttan syðru helvt í Suðuroy, sum kom at sita eftir við einum stongdum virki. So ein samferðsluhavn í Vági er tað minsta endurgjaldið, sum tað almenna kann lata Vági afturfyri.
? Vit fáa ikki fatur aftur á tí fólki, sum er farið. Men tað ber til at endurskapa teir vinnuligu møguleikarnar sigur Hergeir Nielsen.
Og tað er eisini eitt annað í hesum og tað er, at tá ið avgerðin varð tikin um at gera samferðsluhavnina í Vági, var tað tí at vit sóu okkum ikki før fyri at gera tað stóru samferðsluhavnina á Tvøroyri. Ætlanin var so at Smyril skuldi sigla á Vág í fyrstuni, men tá ið ferjulegan á á Tvøroyri var liðug, skuldi Smyril sigla har.
? Tað var Landsstýrið sum bað um at sleppa upp í ætlanina hjá Vágs Kommuna at byggja havnalagið út so at ein samferðsluhavn varð gjørd samstundis. Vágs Kommuna hevur síðani tikið stig til at landið kundi vera við. Tí er tað ikki politiskt borðbart at leypa frá. At leypa frá nú, er ikki reinført politiskt og er at halda fólk fyri gjøldur, sigur Hergeir Nielsen.