Hergeir Nielsen er eingin svíkur

Javnaðarflokkurin, sum rýmdi undan ábyrgd fyri 4 árum síðan, hevur á pappírinum sett sær fyri at tyrva Suðuroynna undir í gulli og grønum skógum.

Flokkurin hevur harafturat sett sær fyri, at hvørja fer hann ikki kemur á mál - og tað ger hann ongantíð - so er tað Hergeir Nielsen, sum hevur skyldina. Tað er hann sum svíkur.

Hetta er ein einfaldur boðskapur, sum øll skilja, mo. Rógvi Thomsen í Sosialinum fríggjadagin.

Víst verður til eitt skriv, sum eg havi skrivað SOC, Suðuroyar Oljuvinnuráð, tann 10. nov. 1999.

Mynd av skrivinum er prentað í Sosialinum, og sjálvandi við so smáum stavum, at tað ikki kann lesast, og skal eg tí greiða frá, hvat har stendur.

Har verður fyrst takka fyri ein frálíkan fund í Øravík, tann 23. okt., og síðani sagt frá, at oljumálið fleiri ferðir hevði verið til viðgerðar á floksfundum okkara, ma. vísandi til ynski mítt um at fáa útgerðarhavnina lagda í Suðuroy, og har eg skilti seinasta fundin soleiðis, at full undirtøka var fyri tí.

Tá skrivað varð, at tað varð ?einmælt samtykt,? var hetta sjálvandi ikki at skilja sum einmæltu samtyktirnar á tingi, har atkvøtt verður við atkvøðuskipan eftir at mál hava fingið 2 - 3 viðgerðir. Soleiðis fer vanligt floksarbeiði, har nógv mál eru undir støðugari viðger, ikki fram.

Eitt tílíkt mál var oljumálið, sum tá lá í Tinganesi til viðgerðar, og sum tíanverri ikki kom á tingborð í tí líki tú vildi tað. Broytingar, meðan mál liggja í Tinganesi, og verða viðgjørd úti í flokkunum, eru ikki óvanligar.

Orðingin ?einmælt samtykt? átti ikki at komi fyri í einum máli á tí støði, tað tá var, og skal eg tí taka hana á mín kappa. Somuleiðis varð hon rættað tvær ferðir fyri røttu viðkomandi..

Ætlanin var at avgreiða útjaðarapartin av oljumálinum úti í Tinganesi, men tað miseyðnaðist. Tí boðaði eg SOC frá á tveimum seinni fundum, at ikki kundi roknast við einum samdum tjóðveldisflokki undir tingviðgerðini.

Í brævi mínum stóð eisini, at eg heldur enn fegin vildi arbeiða víðari við málinum, og tað geri eg framvegis, men ivasamt er um SOC hevur áhuga fyri hesum.

SOC hevur leitað aðrar vegir, og hevur prentað og almannakunngjørt eitt innanhýsis skriv millum eitt privat felag og ein politiskan flokk. Hóast rættað tvær ferðir munnliga á tveimum fundum í SOC fer upprunaskrivið út, og kann endamálið einans vera at niðurgera undirritaða, og tað eyðnaðist væl.

Í brævinum stóð ongastaðni nakað um, hvat flokkurin í heila tikið stóð samdur um í einum komandi tingmáli, sum jú eingin kendi til fulnar, og so als einki um, hvussu tjóðveldisflokkurin á tingi fór at atkvøða í einum ikki kendum minnilutauppskoti frá Javnaðarflokkinum.

Aftan á at eg mælti til og greiddi atkvøðu fyri hesum minnilutauppskoti skilji eg á Rógva Thomsen, næstformanni í SOC, at hann heldur meg ikki vera skikkaðan at sita á tingi, tí at eg skal hava svikið Suðuroynna.

Hetta heldur hann, hóast eg á tveimum fundum í SOC í Øravík, tann 4. des. 1999, saman við øðrum tingmonnum, og tann 9. januar 2000, hevði boðað frá, at ikki kundi roknast við einmæltari samtykt á tingi frá umboðum tjóðveldisfloksins.

Hesi tíðindi er Rógvi Thomsen tíanverri lagstur á.

Í staðin fyri síggja vit skrivligt innanhýsis skjal í bløðunum, sum ? enn eina ferð - hóast tað er rættað tvær ferðir, kortini skal út fyri at skaða meg og flokk mín.

Kent er, at oljufeløg liva í einari sera afturlatnari verð. Hetta var ikki tann hepnasti leikurin, ið eitt so lítið og eitt so ungt oljufelag, kundi funnið upp á at gjørt.

Í oljumálinum eru mangir leikir eftiri enn, serliga fyri Suðuroynna, men SOC eigur at umhugsað, hvussu skikkað eitt oljufelag, sum onnur ikki hava fult og heilt álit á, er.

Eitt tílíkt oljufelag hevur Rógvi Thomsen gjørt SOC, Suðuroyar Oljufelag, til í dag.


Hergeir Nielsen