Hergeir: Fólkið ørkymlað av løgmanni

Hergeir Nielsen, framsøgufólk Tjóðveldisfloksins í uttanríkismálum, gevur løgmanni skuldina fyri, at ein meiriluti er fyri at lima Føroyar inn í ES

POLITIKKUR

 
 
 
- Tað ljóðar ørkymlandi, at ein meiriluti av fólkinum hevur ta støðuna til hetta stóra mál, sum ein meiriluti í Løgtinginum ikki hevur. Tað sigur Hergeir Nielsen, framsøgufólk Tjóðveldisfloksins í uttanríkismálum, nú kanningin í Sosialinum staðfestir, at ein meiriluti av føroyingum sigur seg vera fyri ES-limaskapi.
Hergeir Nielsen vísir á, at flokkur hansara á sinni reisti málið um EFTA-limaskap, sum tingið feldi. Ístaðin varð heitt á uttanlandsnevndina um at kanna samstarv við EFTA.
- Einki er tó hent, og tí er fólkið kanska ørkymlað, tí tað spyrst einki burtur úr hjá løgmanni á tí uttanríkispolitiska økinum, sigur Hergeir Nielsen, sum sigur seg vera prinsipielt ímóti ES-limaskapi.
- Eg vil ávara staðiliga ímóti, at fara upp í ES sum landslutur í Danmark, tí so missa vit øll rættindi.