Herfyri kom Snakes on a Plane út sum DVD. Samuel J. Jackson er óførur leikari, hann kenna vit frá filmum sum Pulp Fiction, ið gav honum eina Oscar-tilnevning í 1994. Hann var eisini við í filminum hjá Spike Lee Jungle Fever frá 1991. Hetta er ein løgin søga, onkuntið spennandi, men so er alt sagt eisini. Hetta er kanska hin besti filmurin, sum er gjørdur um ormar umborð á einum flogfari, men so er ikki meiri at koma aftir. DVD-útgávan er einki serligt.
2 stjørnur av 6.