FÓTBÓLTUR: Liðið hjá Jákup Mikkelsen, Herfølge, fekk javnleik í dystinum móti OB, men tað var ikki meiri enn so, tí OB var á odda 2-0 í hálvleikinum og var frammanfyri 3-2 stutt fyri leiklok.
Í fyrra hálvleiki hevði OB alt spælið og nógvar málkjansir, men teir fingu bert tvey mál. Hendan partin av dystinum kundu teir saktans havt fingið tað tvífalda av málum.
Í seinna hálvleiki kom Herfølge fyri seg, og teir javnaðu til 2-2. OB fór fram um aftur 3-2, tá Erik Bo Andresen skoraði, men tveir minuttir fyri leiklok javnaði Herfølge til 3-3.
Venjarin hjá Herfølge, Ole Mørch, var væl nøgdur við úrslitið, meðan javnleikurin legði stein omaná byrðu hjá OB-venjaranum Roald Poulsen. OB liggur framvegis langt aftast í Superliguni.
Brøndby hevur nú rættiliga fingið vind í seglini, og Ebbe Sand skjýtur liðið frá sigri til sigur. Fríggjakvøldið gjørdi hann øll málini, tá Brøndby vann 4-1 á Vejle.
FCK spældi sunnudagin í Århus, og dysturin móti AGF endaði við javnleiki 2-2. Brøndby liggur framvegis á odda í Superliguni.