Ray Mabus, amerikanski herflotaráðharrin, er í hesum døgum á almennari vitjan í Føroyum. Hann kom til landið hósdagin og verður verandi líka til sunnudagin, tá hann setir kósina víðari.
Fríggjadagin brúkti hann upp á at fundast við politikarar og onnur, ið hava áhugað fyri amerikanarar. Millum annað hevði hann ein fund í einrúmi við Aksel V. Johannesen, løgmann, umframt at hann við fylgi fundaðist við Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum, og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Seinni á degnum møtti hann so løgtingsins uttanlandsnevnd og vitjaði á Arktisk Kommando.
Í dag er útferð á skránni hjá amerikanska ráðharranum. Við honum í fylginum í dag verður Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum.