Paul Watson, leiðari av Sea Shepherd, hevur skrivað ein lista við grundgevingum fyri, hví føroyingar eiga at gevast við grindadrápi og lundaveiðu.
10 orsøkir fyri at grindahvalir, springarar og lundar ikki eiga at veiðast til matna í Føroyum.
1. Tey eru vill djór, og tey eru ikki ogn føroyinga. Tey eru teirra egna tjóð, og til teirra, ið siga, at vit ikki skulu blanda okkum upp í føroyska mentan, vilja vit siga, at vit gevast ikki at blanda okkum upp í føroyska mentan, fyrr enn føroyingar gevast at misbrúka og oyðileggja mentanina hjá grindahvalum, springarum og lundum.
2. Grindahvalir og springarar hava høgar nøgdir av kyksilvuri í kroppinum, og sannleikin er, at tað heilt einfalt er rættiliga ósunt at eta grindahval og springarakjøt, og tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst at geva børnum tað.
3. Føroyar hava hægsta livistandard í Evropa. Alt, ið er at fáa í handlum í Evropa, er at fáa í handlum í Føroyum.
4. Føroyar fáa regluligar forsýningar av kjøti, frukt og grønmeti úr Danmark, eini av tí mest fruktagóðu tjóðunum í Evropa, serliga hvat viðvíkur kjøti og mjólkarúrdrátti.
5. Føroyingar fiska meiri fisk per íbúgva enn nøkur onnur tjóð í heiminum.
6. Tað er meiri seyður enn fólk í Føroyum. Tískil er eingin mangul upp á kjøt fyri tey, sum velja at eta kjøt.
7. Lundastovnurin er í afturgongd. Grindahvalastovnurin er ókendur.
8. Sláturin av grindahvalum er nógv óndari enn sláturin av húsdjórum í sláturhúsum um heimin.
9. Sum svar til tað sannroynd, at landbúnaðarvørur, kjøt og mjólkarúrdráttir eru dýrari í Føroyum enn í restini av Evropa, skal sigast, at føroyingar hava eina hægri inntøku per íbúgva enn nøkur onnur tjóð í Evropa.
10. Er sláturin av grindahvali vert tað altjóða svarið av vreiði, andstygd og mótstøðu frá milliónum av fólkum runt heimin?










