AaB vann danska meistaraheitið longu seinasta vikuskiftið, so tí høvdu teir ikki so nógv meir enn heiður og æru at spæla fyri í síðsta dystinum, sum var móti Jákupi Mikkelsen og Herfølge mikukvøldið.
Ikki tí ? AaB hevur bert tapt tvær ferðir í ár, og teir spældu eisini við fullari ferð í Herfølge. Fyrri hálvleikur endaði málleysur, men í seinna hálvleiki fingu liðini rættiliga glið á málskjótingina.
58 minuttir vóru spældir, tá Lars Jacobsen legði Herfølge á odda, og eitt korter seinni økti Jens Madsen til 2-0 eftir ein heilkiksara frá Torben Boye.
Gott lag á heimaáskoðarunum, men meistaraliðið kom aftur. Bert tveir minuttir eftir málið til 2-0 lá bólturin í málinum hjá Jákupi Mikkelsen. Málskjútti var Thomas Gaardsøe, og so legði AaB stórt trýst á Herfølge.
Og tveir minuttir áðrenn tíð fingu teir løn fyri stríðið. Trunkaspæl eftir horna endaði við, at norski Staale Solbakken, sum júst hevur longt sáttmálan við liðið úr Aalborg, kundi javnað til 2-2.
Men Herfølge fekk seinasta orðið. Tríggjar minuttir inni í yvirtíðini skoraði Thomas Høyer við einum vøkrum langskoti til 3-2. Ein flottur fjøður í hattin hjá Herfølge, sum sostatt endaði á fimta plássi í Superliguni.
FCK endaði við sigri
Í Parkini í Keypmannahavn sóu 11.612 áskoðarar FCK vinna 1-0 á AB, sum í vetrarsteðginum var á odda í kappingini, men nú endaði á triðja plássi. Todi Jónsson bleiv skiftur út, tá 20 minuttir vóru eftir, men sum heild hevði dysturin lítið upp á seg. Thomas Thorninger bleiv útvístur beint áðrenn hálvleik, og tað gjørdi ikki undirhaldið frægari. FCK byrjaði best við skjótum kontrafótbólti, og Thomas Rytter skoraði í 21. minutti. Eftir steðgin hevði AB bóltin mest og skapti onkran stóran kjans, men akademikararnir megnaðu ongantíð at koma upp á somu hæddir, sum teir hava verið fyrr í kappingini. FC Keypmannahavn endaði sostatt miseydnaðu kappingina við einum sigri, og teir spæla í Intertoto kappingini í ár, eins og Herfølge ger.
Silvur til Brøndby
Brøndby tók silvurið við at vinna 6-2 á Lyngby Stadion. Ebbe Sand bleiv stóri maðurin í dystinum við at gera fýra av málunum hjá Brøndby (hann fer nú til Schalke 04 í Týsklandi), sum legði seg á odda 4-0, áðrenn vertirnir sluppu upp í part.
Dysturin var einki at reypa av, men Lyngby slapp væl við »bert« at tapa 6-2. Tvær ferðir hevði Brøndby royndir á stengurnar.
Vejle vann 4-1 á Aarhus Fremad, Viborg vann 2-1 í Silkeborg, og AGF vann 2-1 á niðurflytarunum úr B93.
Saman við B93 flytir Aarhus Fremad niður í 1. deild. OB úr Odense kemur upp aftur í bestu deildina saman við Esbjerg. Eitt umfar er eftir í næstbestu deildini. Svendborg við Jan Allani Müller liggur í niðara enda, men uttan fyri niðurflytingarvanda. Liðið hjá Jón Johannesen, Glostrup IF32, liggur hinvegin framvegis í stórum vanda.










