Herfølge omanfyri strikuna

Fáur roknaði við, at tað skuldi eydnast hjá Jákupi Mikkelsen og teimum at seta oddaliðið upp á pláss

Superliga


Tá dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð í síðsta superligu dystinum undan vetrarsteðginum minti rómurin á Herfølge stadion ikki sørt um tað, sum var at síggja, tá Herfølge spælararnir saman við viðhaldsfólkunum fyri einum hálvum ári síðani fegnaðust um, at teir høvdu vunnið meistaraskapin.

Ta ferðina tók tað eina heilt góða løtu, áðrenn spælararnir fóru undir tak. Teir fóru sigursrundferð kring vøllin, og teir tveittu troyggjurnar út til áskoðararnar.

Mánakvøldið fóru spælararnir aftur sigursrundferð. Teir høvdu ikki vunnið meistaraskapin, men teir tóktust sera fegnir. 3.372 áskoðarar vóru møttir hetta vetrarkvøldið. Nógvir teirra vóru viðhaldsfólk hjá Brøndby. Tey smoygdu sær skjótt avstað. Herfølge viðhaldsfólkini vóru standandi. Tey fingu troyggjur, og Jákup Mikkelsen tveitta málmanshandskarnar, har sum klaksvíkingarnir í útlegd stóðu.

At Herfølge fólkini fegnaðust soleiðis komst av, at teir høvdu vunnið á oddaliðnum. Brøndby hevði longu undan seinasta dystinum tryggjað sær at halda vetrarfrí á fremsta plássinum. Herfølge var næstaftast. Tað var neyðugt hjá teimum at vinna fyri at lyfta seg upp um strikuna fyri at geva pláss fyri AB undir strikuni. Herfølge vann 3?2, og tað var eingin ivi um, at sigurin var uppiborin.

Sigurin var tann fyrsti hjá Herfølge, síðani teir 10. september á útivølli í Gladsaxe vunnu 3?1 á AB.


Gott undirhald

Hóast vøllurin var hálur og óslættur, og tað var kalt á Herfølge stadion, so høvdu áskoðararnir nógv at gleða seg um. Tað var ferð á, tað vórðu skorað fimm mál, og tað vóru fleiri spentar støður frammanfyri málið hjá Brøndby.

Stóri spælarin í Herfølge var álopsmaðurin Thomas Christiansen. Fyrrverandi spanski landsliðsmaðurin, sum er uppvaksin á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, og sum hevur spælt í Barcelona, áðrenn hann umvegis Grikkaland í summar endaði í Herfølge, skoraði tvey mál, og hann var ein sannur snillingur við bóltinum. Krúnan á avrikinum var, tá hann í besta Maradona stíli spældi álopsfelagan, Chris Hermansen, leysan við vinstrabeinssending. Hann hevði vinstra beinið aftanfyri hitt beinið, tá hann avleveraði.

Thomas Christiansen setti hol á longu í 2. minutti, tá hann var snildisliga spældur leysur í vinstru og sendi framvið Mogens Krogh. Í 29. minutti javnaði toppskjúttin í superliguni, Peter Graunlund. Um brotssparkspblettin og millum fleiri viðspælarar og mótstøðumenn tamdi hann langan skrábólt og sendi í kassan aftanfyri Jákup Mikkelsen.

Níggju minuttir seinni sá tað út til, at Brøndby skuldi fara við øllum stigunum. Ruben Bagger drønstútaði innlegg úr høgru frá Søren Colding í málið. Jákup hevði ikki møguleika at røkka út til innleggið, og hann hevði ikki møguleika at bjaga stútaranum.

Í næstsíðsta minuttinum undan steðginum tiltuskaði Thomas Christiansen sær eitt brotsspark, sum Chris Hermansen, ið var væl betri upplagdur, enn hann var fyrr í heyst, setti í málið.

Í 47. minutti skoraði Thomas Christiansen sigursmálið. Hann samanspældi við álopsfelagan Bo Henriksen og var púra leysur stutt úr málinum.


Toppliðið útbrent

Serliga í 2. hálvleiki var yvirvágin hjá Herfølge sera sjónsk. John Faxe Jensen mundi hava givið sínum monnum ein orduligan uppsang í steðginum. Herfølge spælararnir tóktust hava meiri at spæla fyri, enn spælararnir hjá Brøndby tóktust at hava. Teir á heimaliðnum vunnu flestu nærdystirnar, teir fluttu seg betri, teir vóru skjótari á bóltinum, og við at hava tríggjar spælarar heilt har frammi megnaðu teir alla tíðina at leggja trýst á verjuna hjá Brøndby, sum hevði stórar trupulleikar, og so at siga ikki megnaði at takla mótstøðumenninar.

At Herfølge yvirvágin var so stór í 2. hálvleiki hevði við sær, at Brøndby møguleikarnir vóru fáir og smáir. Tí hevði Jákup Mikkelsen so at siga ongar møguleikar at vísa, hvør dugur var í honum, tá tað ráddi um bjargingar. Sum dysturin leið, vóru teir í Herfølge mest áhugaðir í at varðveita leiðsluna. Teir spældu ofta aftur til málverjan, og enn eina ferð vísti Jákup Mikkelsen, at hann er ein fínur fótbóltsspælari.

Herfølge sigurin hevði við sær, at hýrurin var góður, nú spælararnir fóru í vetrarfrí. Eftir nýggjár fara teir at fyrireika seg til seinna partin av kappingini og til stríðið, sum skal til, um endastøðan skal verða meiri sannførandi, enn støðan er í vetrarsteðginum. Kanska var sigurin á Brøndby fyrsta stigið á tí leiðini.