Herfølge nærkast strikuni

Eftir sannførandi sigurin á botnliðnum er lagið gott, og tað tykist sum Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir hava fingið mót av nýggjum

 

Superliga


Fyri einum ári síðani var tað so at siga gerandiskostur, at Herfølge spælarar vórðu kosnir til vikuliðini hjá donsku fjølmiðlunum. Hetta kappingarárið hevur úrtøkan hjá meistaraliðnum verið sera soltin, og tí hevur tað ikki verið nakað at sagt til, at tað hevur verið langt ímillum úttøkurnar til vikuliðini.

Sunnudagin hevði Herfølge vitjan av botnliðnum HFK Sønderjylland. Eingin ivi var um, hvør var omaná, og hvør var undir. Herfølge, sum alt kappingarárið frammanundan bara hevði skorað tólv mál á heimavølli, vann sannførandi 3?0, og avrikið hevði við sær, at tríggir av liðfeløgunum komu á vikuliðið: Tommu Schram á miðvøllinum, og málskjúttarnir Dennis Conteh, sum stutt fyri hálvleik við hálvfluktara úr 30 metra fjarstøðu varð sagdur at hava skorað besta málið í Herfølge í fleiri ár, og Chris Hermansen, ið hevur havt ilt við at finna málsókna spælið, sum hann sýndi fyri nøkrum áruym síðani, men sum hesa ferð skoraði longu í 2. minutti.

Jákup Mikkelsen helt tætt ímillum stólparnar hjá Herfølge. Hann man sjáldan í hesum kappingarárinum hava havt so lítlar møguleikar at vísa, hvør dugur er í honum, sum hann hevði hesa ferð. Serliga í 2. hálvleiki var yvirvágin hjá heimaliðnum sera eyðsýnd.


Meiri fólk

John Faxe Jensen, Herfølge venjarin, sum hesa ferð var á vøllinum í 80 minuttir, hevur alla tíðina tvíhildið um, at liðið hjá honum fór at hava møguleika at sleppa undan niðurflytingini. Sunnukvøldið var Herfølge framvegis niðanfyri niðurflytingar strikuna, men nú er tað bara málmunurin, sum ger av, at AB er omanfyri og Herfølge niðanfyri strikuna.

John Faxe Jensen og hansara menn kenna tað lýsna eitt sindur, tí onkrir av spælarunum, ið leingi hava verið uttanfyri við skaða, eru klárir aftur. Tá Herfølge 20. august í fjør spældi innleiðandi í Europa Cup fyri meistaralið í Glasgow, varð stóri og vandamikli álopsmaðurin, Kenneth Jensen, skaddur. Sunnudagin spældi hann fyri fyrstu ferð aftur, síðani hann var skaddur. Hann var á vøllinum í 20 minuttir, og Lars Jacobsen, sum eisini hevur verið skaddur í langa tíð, var við síðstu tíggju minuttirnar.

Eitt nýtt umfar í superliguni er á skránni aftur skírisdag. Tá fær Herfølge vitjan av Viborg. Annan páskadag skal Herfølge spæla í Brøndby.


Striltið hjá AB

Einki felag í Danmark hevur so nógvar spælarar í landsliðshópinum hjá Morten Olsen, sum AB hevur. Men hóast fimm av spælarunum hoyra til teir, ið Morten Olsen hevur í brutto hópinum hjá sær, so er AB framvegis í stórum niðurflytingarvanda.

Sunnudagin vóru teir í Viborg. Úrslitið var 0?0, og tað vóru teir í AB ivaleyst fegnir um. Hjá hvørgum partinum var avrikið nakað at reypa av. At Viborg ikki megnaði at vinna á botnliðnum hevur við sær, at teir neyvan hava stórvegis møguleika at blanda seg í kappingina um meistaraheitið.


AGF í hopla

Í Herfølge hava teir alt kappingarárið havt eyguni eftir AB og AGF. Hjá felagnum í Århus hevur eingin endi verið á ólukkunum, sum hava skolað omanyvir teir. Men tann síðsta vikan hevur givið teimum so mikið av sjálvsáliti, at teir siga seg rokna við, at niðurflytingin, sum eftir 5?1 tapið í Aalborg næstsíðsta sunnudag kendist rættuliga viðkomandi, nú fer at kámast.

Í farnu viku eydnaðist tað hjá AGF at sleppa undan hóttandi húsagangi, so fingu teir ein høvuðsstuðul. Seinni í vikuni varð kunngjørt, at fyrrverandi AGF maðurin, Marc Rieper, sum í mong ár var verjuálit á landsliðnum, men sum nú er fótbóltsinvalidur, skal verða hjálparvenjari.

Alt hetta hevði við sær, at fótbóltslagið í jyska høvuðsstaðnum batnaði so mikið, at 5.253 leitaðu sær út í várveðrið at hyggja at AGF. Og á vøllinum gekk upp á stás. OB varð sent til hús við 4?1 tapi. AGF hevði eina rúgvu av møguleikum, og sigurin kundi havt verið uppaftur størri, um fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson í FCK, Karim Zasa, ikki hevði staðið seg so væl í OB málinum.

Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað hjá okkara manni í OB, Johan B. Hansen, at koma á vøllin. Hvørki ímillum teir fyrstu ellivu ella sum skiftisspælari.

Hósdagin fær OB vitjan av Brøndby, og 2. páskadag skal OB spæla í Aalborg.