Herfølge misti oddasessin

Fótbóltur: Jákup og teir taptu fyri AB mánakvøldið, men teir hava líka nógv stig sum tey bæði liðini frammanfyri teir

Annan dystin á rað noyddist Herfølge av vøllinum sum tapari.

Hesaferð var tað á heimavølli í oddadystinum móti AB, at Jákup Mikkelsen og teir máttu lúta.

Tapið hevði við sær, at Herfølge ikki longur er nummar 1 í superliguni, men støðan er ikki heilt vónleys, tí hóast felagið liggur sum nummar 3, er tað bert málmunurin, ið skilir trý tey fremstu liðini.

3670 áskoðarar vóru til toppdystin í Herfølge, og tað er met í ár. Áskoðararnir fingu ongan væl spældan dyst, men tað var nógv ferð á og nærdystinir vóru harðir. Fyrra hálvleik hevði Herfølge lítið yvirtak, men teir komu ikki nærri enn nakrar langskotsroyndir.

Í seinna hálvleiki menti AB seg, og teir trýstu Herfølge alt meira aftur á vøllin. Jákup Mikkelsen fekk tí meira at gera í seinna hálvleiki, men hann tók sær av teimum flestu AB-royndunum, og var enn einaferð millum teir bestu á sínum liði.

Men 20 minuttir fyri leiklok bar ikki til meira. Tá misti ein verjuspælari hjá Herfølge bóltin til ein AB-spælara, sum fór til baklinjuna og legði út frá til ein púra leysan Chris Hermansen. Og fyrrverandi Herfølge-spælarin hevði lætt við at senda bóltin í málið.

Stutt fyri leiklok økti AB til 2-0, tá tann innskifti Kaan Metin stútaði eitt innlegg í kassan. Herfølge royndi at stríða seg aftur í dystin seinastu løtuna, og teir fingu eisini eitt mál, sum Thomas Knudsen gjørdi, men tað hjálpti líka lítið, tí heimaliðið tapti dystin.


Rok eftir dystin

Eftir dystin var rok á vøllinum, tí beint fyri at dómarin bríkslaði dystin av gjørdi ein AB-spælari seg inn á Herfølge-venjaran John Faxe Jensen, sum hevi sett seg sjálvan inn. Eftir seinast bríksli tókust nakrir av spælarunum eitt sindur, men alt endaði gott, og spælararnir tóku í hondina á hvør øðrum.

- Nú hava vit mist oddasessin, men tað gerst ikki við. Vit skulu nokk koma fyri okkum aftur, og tað eru hóast alt fimm dystir eftir til vetrarsteðgin, og tí kann nógv henda enn, segði John Faxe Jensen eftir dystin.

AB-venjarin, Ole Mørch, sum hevur fortíð sum venjari hjá Herfølge, var sera fegin um sigurin.

- Eingin hevði væntað, at vit skuldu vinna dystin við góðum spæli, tí tað er trupult at spæla móti Herfølge. Teir hava eitt gott lið, hóast teir hava tapt tveir dystir á rað, helt AB-venjarin fyri eftir dystin.

Næsta vikuskiftið fer Herfølge aftur í Parkina at spæla móti FCK, og hesaferð er líkt til, at bæði Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen vera á vøllinum. Í øllum førðum fr einki leikbann at forða fyri tí.



Støðan í superliguni

1. Brøndby1325-1425

2. AB1322-1125

3. Herfølge1321-1725

4. Lyngby1323-1622

5. AaB1223-1621

6. Silkeborg1324-1219

7. Viborg1317-2018

8. FCK1310-1414

9. OB1311-2012

10. AGF1311-2110

11. Vejle1313-2610

12. Esbjerg1211-2410