Herfølge er liðugt

Meðan Todi og teir í FCK hildu veitslu, sat ein skaddur Jákup Mikkelsen og hugdi at, tá Herfølge ruddiliga tapti seinasta heimadystin

 

Danmark


Meðan tey í FCK hátíðarhildu meistaraheitið framman fyri 41.000 garvillum áskoðarum, var lagið í Herfølge øðrvísi, tá seinasti heimadysturin á árinum skuldi fáast frá hondini. Leingi var annars líkt til, at dysturin móti AB fór at verða avgerandi fyri niðurflytingarspurningin, men soleiðis var kortini ikki.

Niðurflytingin var staðfest longu í undanfarna umfarinum, og tómu áskoðaraplássini vóru nógv í tali, tá leikararnir skuldu siga farvæl við heimaáskoðararnar.

Fyri Jákup Mikkelsen gjørdist talan enntá um eitt sera skjótt farvæl, tí longu í upphitingini varð hann skaddur, og tí slapp føroyski málverjin ikki at heilsa áskoðarunum fyri seinastu ferð.

Um sjálvan dystin er annars lítið at skriva. Herfølge er niðurflytari í ár, og teir spældu eisini sum slíkir sunnudagin. Viljin at vinna var púrasta burtur, og AB leikararnir, sum veruliga hava fingið sjálvsálitið aftur, fingu sera lætt spæl í knúsandi 3-0 sigrinum.


Silkerborg á silvurkós

Sum tað sæst aðrastaðni á hesum síðum, so er spurningurin gullið nú avgreiddur, men dysturin um plássini beint undir FCK, er tó framegis harður.

At Brøndby tapti fyri FCK viðførdi, at Silkeborg nú stendur við bestu kortunum undan seinasta umfarinum. Teir vunni torføra útidystin móti Viborg, sum við tapinum misti sambandið til FC Midtjylland, sum soleiðis hevur vissað sær atgongd til europeiskan fótbólt komandi ár. Ikki so galið hjá liðnum, sum fyri fyrstu ferð roynir seg í superliguni.


Sostatt skal Herfølge komandi ár spæla í fyrstu deild, har Hvidovre við Óla Johannesen telist millum mótstøðuliðini. Skal Hvidovre gera álvara av ætlanunum hjá Schmeichel um at koma fram í oddin, so skulu úrslitini tó verða betri, enn tey hava verið seinastu umførini.

Sunnudagin taptu teir í Hvidovre 3-1 fyri botnliðnum, FC Aarhuus, men úrslitið var kanska eisini ein avleiðing av, at Hvidovre ikki longu hevur nakað at spæla fyri í ár.

Tað hevur liðið hjá Atla Gregesen, Randers Frejam heldur ikki. Niðurflytingin hevur annars hótt leingi, men nú er tó greitt, at liðið eisini verður í deildini komandi kappingarár. Um tað fer at hilnast betri enn tað, sum nú rennur út, er sjálvandi ilt at siga. Tað er ein spurningur, sum ikki verður svaraður fyrr enn um eitt ár.