Á hugnaløtu sum Eldraráðið í Klaksvík skipaði fyri leygardagin varð avdúkað, at hon vann kappingina um nýtt búmerkið til Eldraráðið í Klaksvík.
Herdis Elisabeth fekk 3.000 krónur, sum Klaksvíkar Kommuna hevði latið.
Búmerkið, sum Herdis Elisabeth hevur teknað, ímyndar eina blómu og eitt fingramerki. Blóman ímyndar, at tey eldru eru ein virkin partur av nærumhvørvinum.
Fingramerkið ímyndar, at tey eldru í Klaksvík seta sítt fingramerki á nærumhvørvið og vísir, at tey eldru hava sett sítt fingramerki á fortíðina og framtíðina.
– Vónandi verður væl tikið ímotið nýggja búmerkinum hjá okkum í Eldraráðnum í Klaksvík, sum fer at ímynda okkara arbeiði framyvir, siga tey í Eldraráðnum.
Nrummar tvey gjørdist Rói Winthereig úr Skopun. Hann fekk gávubræv frá Leivi Ellingsgaard á 2.000 krónur.