Pedagogfelagið heldur fram við verkfallinum í eini roynd at fáa arbeiðsgevararnir aftur til samráðingarborðið. Hósdagin vórðu vøggustovurnar stongdar og í dag vóru verkstøðini og verkhúsini hjá Almannaverkinum í miðstaðarøkinum, stongd.
Og nú lýsir Pedagogfelagið tískil 24 tíma arbeiðssteðg mánadagin 7. juni frá klokkan sjey á morgni, til týsdagin 8. juni klokkan sjey. Hesa ferð er tað limirnir í Føroya Pedagogfelag, ið starvast í fólkaskúlanum, á forskúlum og í frískúlum, sum fara í verkfall.
Ítøkiliga er talan um hesi støð:
- Námsfrøðiligir stuðlar í fólkaskúlanum.
- Námsfrøðingar sum eru knýttir at serstovum í fólkaskúlanum.
- Námsfrøðingar sum eru stuðlar í fólkaskúlanum.
- Hjálparfólk sum eru stuðlar í fólkaskúlanum.
- Námsfrøðingar í skúlanum á Trøðni.
- Forskúlanámsfrøðingar.
- Limir sum starvast í frískúlum.
Pedagogfelagið vísir á, á, at Búskaparráðið, ið er serfrøðin, Landsstýrið sjálvt hevur valt, rópar varskó um, at ein hóttandi kreppa liggur fyri framman fyri okkara veikastu borgarum og børnunum.
– Hetta átti at verið ræðandi fyri tey, ið sita við valdið. Men fyri okkum er tað bert ein váttan av tí, ið vit hava ávarað ímóti í nógv ár, sigur Pedagogfelagið.
– Vit verða spurd, um vit kunnu loyva okkum at fara í verkfall í tí støðu landið er í. Tíanverri kunnu vit ikki loyva okkum at lata vera, leggja tey afturat.











