Herd tilbúgving í Danmark

Donsku myndugleikarnir hava gjørt av at herða tilbúgvingina eftir spreingingina á einum hotelli í miðbýnum í Keypmannahavn í gjár. Maðurin, sum løgreglan tók seinni, er framvegis á Ríkissjúkrahúsinumn, har hann fær viðgerð fyri skaðan, sum hann fekk av spreingingini.

Á einum tíðindafundi fyrrapartin segði Jørn Aabye, chefinspektørur hjá løgregluni, at løgreglan og Poliotiets Efterretningstjeneste kunnu ikki útihýsa tí møguleika, at spreingingin á hotellinum kann hava tilknýti við yvirgang.

Løgreglan hevur upplýst, at hon fann eina skammbyrsu í hotellkamarinum hjá manninum.

Um tann tikna mannin segði løgreglan, at hann er um 40 ára aldur og av evropeiskum ella norðurafrikonskum uppruna. Hóast maðurin er løstaður, skuldi hann til grundlógaravhoyring nú klokkan eitt.

Ovastin fyri Politiets Efterretningstjeneste, Jakob Scharf, segði í einum tíðindaskrivi fyrrapartin, at alt bendir á, at tilburðurin í gjár var ein miseydnað yvirgangsatsókn. Myndugleikarnir hava tí gjørt av at herða tilbúgvingina, samstundis sum eftirlitið við flogvallir, brýr og marknalið verður hert.