SVIMJING
Svimjisamband Føroya kom eftir ein fund leygardagin til ta niðurstøðu, at kravtíðirnar til oyggjaleikirnar skulu herast. Áður hevur kravið verið, at tú skal svimja skjótari enn tann, ið gjørdist nummar fimm á sama teini á undanfarnu oyggjaleikum. Í framtíðini skalt tú svimja skjótari enn tann, ið vann bronsu á sama teini á undanfarnu oyggjaleikum, um tú altso ætlar tær við til leikarnar. Tískil eru tað bara heiðursmerkjakandidatar, ið sleppa við.
Orsøkin til broytingina er tann, at hópurin av tí sama gerst smærri, og at tað eru fleiri svimjarar, ið kappast um gullið. Tað eru nevniliga bara gullmerkini, ið fyrst og fremst telja, tá ið heiðursmerkjabýtið á leikunum fer fram.










