Herborg vann bronsuna

17 ára gamla Herborg Hansen hevði eftir eitt gott avrik í gjár gott útgangstøði til seinastu umførini í NM-kappingini, sum vórðu telvað í dag. Men klaksvíksgentan gjørdist ov stutt, og mátti taka til takkar við bronsuni.

Hon tapti seint seinnapartin avgerandi dyst fyri Louise Højen, og tískil endaðu tær báðar javnar á øðrum plássi. Eitt vet ov stutt var Herborg tó, tá ið silvurvinnarin skuldi finnast gjøgnum tí sokallaðu korrektiónina.

 

Herborg kappaðist í bólkinum kvinnur undir 20 ár, og vinnarin av kappingini gjørdist Ellen Øen Carlsen úr Noregi, sum er systur navnframa Magnus Carlsen.