Herborg setti dreingirnar upp á pláss

Í fyrru undankappingini til FM í talvi, sum var í Vestmanna leygardagin, vann Herborg Hansen øll talvini og endaði harvið frammanfyri allar dreingirnar

talv

44 børn og ung luttóku leygardagin í fyrra innleiðandi umfarinum í FM kappingini í talvi, sum var í Vestmanna. Telvað var í fýra aldursbólkum. Í bólkinum fyri 15-16 ára gomul telvaði Herborg Hansen ímóti sjey dreingjum, og hon vann øll talvini.
Seinna innleiðandi umfarið verður í Klaksvík leygardagin, tá ið endabresturin eisini verður í Klaksvík International. Átta tey samantalt bestu í hvørjum aldursbólkinum kvalifisera seg til sjálva FM kappingina, sum verður í Argja skúla leygardagin 2. desember. Á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya verður sagt, at tað ber eisini teimum til at luttaka í kappingini í Klaksvík, sum ikki vóru í Vestmanna leygardagin.
Umframt at tað verður telvað um at sleppa til endaumfarið í FM, er kappingin eisini kvalifikatiónskapping til NM í talvi, sum verður í Íslandi í februar 2007. Føroyameistararnir og nummar tvey í hvørjum bólki sleppa við til ta kappingina.
Úrslit:
1996-: Heðin Gregersen og Høgni E. Nielsen 7 stig.
1994-1995: Jóhann Vørmadal 6,5 stig og Einar Gregersen 5,5 stig.
1992-1993: Rógvi E. Nielsen 5,5 stig og Heiðrikkur T. Jacobsen 4 stig.
1990-1991: Herborg Hansen 7 stig og Rógvi Dragaberg 5 stig (eftir umdyst við
Boga H. Eliasen).
Bólkurin 1987-1989 fer ikki at kappast fyrrenn í finaluumfarinum á
Argjum.