Herborg Hansen, úr Klaksvík, sum umboðar Føroyar í elsta U19 bólkinum vann í gjár ein frálíkan sigur við svarta fólkinum í 1. umfari á svensku Nicole Loginger, við styrkitalinum 1798. Væl telvaður sigur og ikki minst týdningarmikið, at vinna tá mótstøðan í styrki er á leið hin sama sum eins egna styrkital.
Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, sum hesuferð er rykt úr yngsta bólkinum og upp í U16, var ongantíð í vanda við svarta fólkinum í tryggum javnleiki ímóti Onnu G. Gudmundsdóttir úr Íslandi, við styrkitalinum 1763. Sera gott úrslit hjá Sáru, nú mótstøðugentan úr Íslandi hevði heili 500 ratingstig hægri.
Sólfríð Hjørleifsdóttir, úr Vestmanna, umboðar Føroyar í yngsta U13 bólkinum. Sólfríð hevur ikki royndir í altjóða høpi, men er ein av fremstu gentunum í Vestmanna innan telvingina. Sólfríð tapti í 1. umfarinum ímóti Andreu Marki Hansen úr Íslandi við styrkitalinum 1525.
Í morgun kl. 09.00 telvar Herborg Hansen (1757) við svørtum ímóti svensku Magdalenu Bator (1756). Aftur svart fólkið hesuferð, men ivaleyst ein fyrimunur seinni í kappingini, tá enn sterkari mótstøða vónandi er á skránni.
Sára T. Olsen fær av álvara sína søk fyri við hvíta fólkinum ímóti favorittinum í U16, Eriku Uustitupa (1862), úr Finlandi, sum er styrkismett ovast í kappingini.
Sólfríð telvar ímóti Sara Midza Hardi úr Svøríki (1308).
Fylgið telvingini LIVE - sí /www.faroechess.com










