Herborg bjóðar dreingjunum av

Leingi var hon einasti kvinnuligi telvarin á føroyska ratinglistanum. Og hon er einsamøll genta í sínum talvfelag. Men tað tekur 14 ára gamla Herborg Hansen úr Klaksvík ikki so tungt. Beint nú eru hon og hennara liðfelagar mest upptikin av at ganga til frálæru í talvi hjá kenda telvaranum Heina Olsen


Í Føroyum er talv ein mannfólkaverð. Í øllum førum, um tú hyggur at føroyska ratinglistanum. Millum tey 289 nøvnini standa bara tvær gentur. Onnur av teimum er 14 ára gamla Herborg Hansen úr Klaksvík, sum rættiliga leingi stóð sum tann einasta gentan á listanum, inntil ein onnur kom afturat fyri stuttum. Og Herborg var eisini einsamøll genta millum dreingirnar, tá vit nú eitt kvøldi stukku inn á gólvið í Skákinum, har ungir limir í Klaksvíkar Talvfelag fingu frálæru í talvi.
Einsamøll genta
- Nú havi eg verið einsamøll genta millum allar dreingirnar so leingi, at eg havi vant meg við tað, og eg haldi eisini, teir hava vant seg við meg, sigur Herborg og flennir, men leggur afturat at hon vildi ynskt, at tað vóru fleiri gentir, sum telvaðu í Føroyum. So kundu tey kanska onkuntíð skipað fyri gentukappingum uppá sama máta, sum tey gera í øðrum ítróttargreinum.
- Eg veit ikki, hví tað eru so fáar gentur, sum telva. Kanska sær tað eitt sindur óinteressant út, at man bara situr har og hyggur niður á eitt talvborð. Tað sæst ikki, hvussu spennandi tað er. Man má prøva tað sjálvur, sigur Herborg, sum heldur, at genturnar bara skulu koma og prøva. Tað tekur ikki langa tíð at læra at telva, og í fyrstuni er tað serliga stuttligt, tí man blívur øgiliga skjótt betri. Herborg byrjaði sjálv at telva, tá hon var 10 ár, men tað var kanska eitt sindur av tilvild. Hon plagdi at ferðast hjá einum systkinabarni, sum telvaði nógv, og altíð bjóðaði Herborg av.
- Tað var onki serliga stuttligt at telva ímóti honum, tí eg tapti altíð. Til endan hevði eg sett tað í meg, at nú skuldi eg also bara vinna. Onkur hevði fortalt mær, at tey plagdu at telva í Skákinum, so eg helt, at eg skuldi prøva, sigur Herborg, sum er møtt upp at telva hvørja einastu ferð síðani.
Hvat er so spennandi?
Í frítíðini spælir Herborg eisini flogbólt og fótbólt, men eru kappingar sama vikuskifti, sum liðkappingin í talvi, velur hon altíð talv framum. Herborg er slettis ikki í iva um, at tað er talv, hon vil satsa uppá í framtíðini, fyrst av øllum tí tað er so spennandi, men eisini tí talv er tann írótróttargreinin, hon klárar seg best í. Men hvat er tað, sum er so øgiliga spennandi við at sita og flyta nøkur talvfólk aftur og fram - onkuntíð kanska í fleiri tímar?
- Tað er eitt sindur ringt at forklára, men tað mest spennandi er, at tað eru so nógvir ymiskir møguleikar at flyta fólki. Onki talv er líka, og tað ber ongantíð til at siga frammanundan, hvussu mótspælarin fer at flyta. Tú kanst royna at fyrireika teg og planleggja onkrar leikir, men tað er ikki sikkurt, at tað ber til, og so mást tú finna uppá okkurt annað, sigur Herborg, sum plagar at fyrireika seg við at gjøgnumganga okkurt talvprogramm á telduni. Tað gevur eisini nakað av venjing at telva móti hinum liðfeløgunum, men ikki nokk, sigur Herborg, sum heldur, at skalt tú av álvara blíva ein góður telvari, mást tú fáa veruliga frálæru. Tað fáa tey ikki so ofta, og tí møta tey eisini serliga væl upp hesar dagarnar, frálæra í talvi stendur á skránni.
Alvorliga cool
Hetta kvøldið, vit vitja í Skákinum, stendur ongin minni enn fimmfaldaði føroyameistarin, Heini Olsen úr Klaksvík, og flytur nøkur talvfólk á einum talvborði, sum hongur á vegginum. Beint nú standa endaspøl á skránni, og tí situr 13 ára gamli liðfelagin hjá Herborg, Eilif Arge, serliga spentur og fylgir við.
- Endaspøl eru ikki mín sterkasta síða, so tað ræður um at fylgja við, nú man hevur møguleikan. Tað er fínasta slag, at sita og fylgja við í leikunum, Heini setur upp, og koma við einum boði uppá næsta leik. Uppá hendan mátan fær man tíð at hugsa seg um, og eina forkláring uppá, hví uppskotið kanska ikki var so smart allíkavæl, sigur Eilif, sum heldur tað vera alvorliga cool at hava Heina sum talvlærara. Eilif hevur telvað í 3 ár, og so spælir hann eisini við á smádreingjaliðnum hjá KÍ. Hann heldur ikki, at tað ber til at samanlíkna fótbólt og talv, men skuldi hann valt, hevði hann valt fótbólt. Men tá hann telvar, dámar honum avgjørt best snartalv.
- Eg havi ikki so gott tol, sum Herborg, so skal eg royna at vinna móti henni, má tað helst vera snartalv, sigur Eilif avgjørdur. Herborg dámar hinvegin best tey longu talvini, og tað longsta, hon hevur telvað, vardi í fýra tímar. Onkuntíð kann tað vera strævið at sita so longi, men tíðin gongur sum oftast so skjótt, at man hugsar ikki um, hvussu troyttur man er, fyrr enn talvið er liðugt.
Tapa móti eini gentu ...
Men hvat sigur Eilif, tá hann onkuntíð tapir móti Herborg? Er tað flovisligt at tapa móti eini gentu?
- Ikki longur, men í fyrstuni helt onkur tað var flovisligt at tapa móti Herborg. Nú kenna vit hana so væl, at tað ger onki. Eg haldi ikki, at vit hugsa um tað longur, at Herborg er konufólk, sigur Eilif og hyggur uppá Herborg, sum nikkar og hevur hug at flenna.
- Tað minnist eg væl, og tað hendir onkuntíð enn, at dreingir, sum eg ikki havi telvað ímóti fyrr, blíva flovir av at tapa móti eini gentu. Tað kann vera nokkso keðiligt, men tað er ikki so nógv at gera við tað, sigur Herborg, sum allíkavæl ongantíð hevur latið ein drong vunnið við vilja, so at hann ikki skuldi blíva flovur.
- Teir mugu bara venja seg við tað, tí aðrastaðni er tað heilt vanligt at konufólk telva. Judit Polgar er til dømis ímillum 10 teir bestu telvarnar í verðini, so sjálvandi kunnu konufólk gerast líka góðir telvarar, sum mannfólk, sigur Herborg, sum framvegis plagar at vitja systkinabarnið, sjávt um hann ikki bjóðar henni so ofta av í talvi, sum fyrr.
- Eg haldi ikki, at hann tímir ikki so væl longur, tí nú vinni eg sum oftast. Men nú hava tey fingið ein venjara í talvi, har sum hann býr, so nú fer hann nokk at tíma betri, væntar Herborg, sum er púra vís í, at hon fer at halda fram at telva, tá hon verður vaksin.