Eftir dystin millum Víking og B36 tann 31. august rendi B36-verjuspælarin Herbert í Lon Jacobsen ein spælara hjá Víking um koll.
Dómarin sá ikki tilburðin, men tað gjørdu hjálpardómararnir. B36-spælarin var tó farin av vøllinum, tá dómarin varð gjørdur varugur við hendingina. Tí fekk spælarin ikki reytt kort.
Dómarin sendi FSF frágreiðing um tilburðin, og nú tveir mánaðir seinni er dómur umsíðir fallin í Aganevndini hjá FSF.
Aganevndin hevur gjørt av, at Herbert í Lon Jacobsen fær leikbann í ein dyst, og B36 skal gjalda 3.000 krónur í bót.
Herbert kann tí ikki spæla við í ársins seinasta dysti hjá B36 í morgin.