Hendingin tók seg upp í seinastu sekundunum av dystinum millum Víking og B36 í Gøtu.
Dómarin hevur skrivað frágreiðing um málið, men einki kort varð givið, og tí hevur Kappingarnevndin eisini hugt at hesum málinum.
Nevndin hevur eisini í hesum førinum heitt á Starvsnevndina um at senda málið til Aganevndina til støðutakan. Sum skilst mælir Kappingarnevndin í hesum førinum til, at Herbert í Lon Jacobsen verður leikbannaður í ein dag.