Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn, hevur á facebook kunngjørt nøkur av tølunum higartil í ár fyri Herbergið.
Og kanska eru tølini størri, enn fólk ímynda sær.
- Herbergið í Tórshavn soleiðis sær út hjá okkum higartil í ár: Heit máltíð við møguleika fyri brúsubaði/vask av klædum o.a: 8130 brúkarar. Materkjur til familjur: 326 stk. Herberg-song fyri náttina: 407gistingar, skrivar Martin Kúrberg.
Og hann endar við hesi heilsan:
- Herbergið hevur opið 24 tímar, 365 dagar um árið, og hevur umframt lýstu hagtølini, eina rúgvu av øðrum virksemi, har menniskju treingja til eina hjálpandi hond. Starvsfólk og brúkarar vilja takka fyri studulin. Tad ger stóran mun og fløvar í einum arbeiði, har einki menniskja er líka, men øll hava virði og eru skapt í Guðs mynd.