Tað eru fleiri heimleys í Havnini. Tey flestu hava rúsdrekka ella rúsevnistrupulleikar, og tey hava ongastaðni at búgva.
Tí stovnaði Frelsunarherurin eitt herberg á vári í 1998, og tað hevur víst seg, at stórur tørvur er á einum slíkum herbergi, tí tey heimleysu hava ongastaðni at fara.
Herbergið letur upp klokkan tíggju á kvøldið og steingir aftur klokkan tíggju á morgni. Her fáa gestirnir fjálgar sengur at liggja í og um dagin er møguleiki hjá teimum at fáa okkurt til matna.
Tríggjar tímar seinnapartin er opið aftur, og tá fáa tey heimleysu eina máltíð frá Frelsunarherinum.
Tó eru fýra tímar fyrrapart og fimm tímar seinnapart, har tey heimleysu ongastaðni hava at vera. Tá halda tey til hjá onkrum vinum, ella reika tey runt í gøtunum og royna at finna sær skjól.
Onkuntíð byggja tey heimleysu sær lítil skjól av burturkasti og plattum, ið rekast uttanfyri handlar og fyritøkur. Eitt slíkt skjól er í Magnus Heinasonargøtu, aftanfyri bakaríið hjá Frants og við síðuna av sjúkrakassanum. Her plaga tey heimleysu mangan at halda til, og tí byggja tey sær skjól og kroka, tá tað er kalt og ótespiligt veður.
Onkur hevur meldað hetta skjólið til løgregluna, tí tey vilja hava tað burtur hiðani.
Mest menn
Flestu gestirnir í herberginum eru menn. Tó hendir tað av og á, at kvinnur eisini finna leiðina inn í herbergið.
Niels Edvard sigur, at talið av kvinnum ikki hevur verið eins stórt í ár sum undanfarin ár.
Á herberginum eru seks sengur, og í miðal er fult hvørja ferð. Tað vil siga, at onkuntíð eru fleiri enn seks fólk og onkuntíð færri.
Tá fleiri gestir hava tørv á song, verður reitt upp á madrassum á gólvinum, so pláss er fyri fleiri. Eitt lítið rúm við einari song er til konufólk, so øll ikki sova í sama rúmi. Har er eisini pláss fyri eini madrassu á gólvinum.
Niels Edvard leggur afturat, at tað eru mest tey somu fólkini, ið búgva har dag um dag. Tey hava ongastaðni at vera og halda seg tí til herbergið.
? Fleiri av teimum heimleysu hava sovið her, síðani vit lótu upp fyri fýra árum síðani, sigur Niels Edvard Olsen, sum saman við tveimum øðrum starvsfólkum arbeiðir á herberginum.
Seinastu tíðina hevur herbergið fingið stuðul frá bæði landi og kommunu. Hetta er tó bara til lønir til starvsfólkið, og stuðulin røkkur ikki heilt til hetta. So skal eisini gjaldast fyri mat og annað.
Frelsunarherurin má tí hava stuðul frá privatum fólki, og grundarlagið undir virkseminum umframt almennan stuðul er innsavningin í jólabússunum, ið standa í handlum kring landið. Tí vónar hann, at fólk fara at taka væl undir við hesi innsavning.










