Eg vil við hesum saman við mongum, mongum øðrum, sýna mína samkenslu
við tykkum.
Tað kom dátt við at hoyra, at Heri var álvarsliga sjúkur, men eg hevði so ta gleði at tosa við hann í telefonini, stutt áðrenn hann andaðist.
Heri var ein dugnaligur lækni og sera væl dámdur. Tað er stórur saknur í honum, nú hann ikki er millum okkum longur.
Mær untist eisini ta stóru gleði at hava Hera og teg, Rigmor, í mínum 56 ára degi, tá eg hevði verið sjúkur í eitt hálvt lív og ikki verið innlagdur í 8 ár.
Eisini untist mær at vera í 60 ára føðingardegi Hera, har eg fekk alt gott.
Friður veri yvir minni tínum.
Alla halganna sunnudag
Olaf Ludvig