Víkingur vann í kvøld sannførandi útisigur móti NSÍ í Runavík. Hóast fyrri hálvleikur var javnur, so vóru Víkingarnir greitt omaná í seinna hálvleiki.
Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar skutu málini fyri Víking í 2-0 sigrinum.
Við sigrinum er Víkingur nú einans 6 stig aftanfyri HB á øðrum plássi, meðan NSÍ enn eigur til góðar at vinna ímóti onkrum øðrum enn teimum trimum niðastu.
Tað er myndamaðurin Jóhan Thomsen, ið eigur upptøkurnar.










