Her vinnur Víkingur FM

Video: Her er samandrátturin frá søguliga sigrinum hjá Víkingi

Víkingur vann í gjár FM fyri fyrstu ferð í søguni. Tað gjørdu teir við 3-1 sigri á argjamonnum. Stóri spælarin á degnum var Andreas Lava Olsen, sum skoraði tvey av málunum og átti stóran lut í tí triðja.

 

Sølvi Vatnhamar legði Víking á odda í fyrra hálvleiki, tá hann var fyrstur á returin eftir brotsspark frá Atla Gregersen, sum brast í stongina. AB svaraði tó aftur við máli, sum Patrik Johannesen skoraði.

 

Tíggju minuttir fyri hálvleik skoraði Andreas Lava Olsen til 2-1 við skjótálopi, áðrenn sami Andreas Lava Olsen staðfesti FM við málið til 3-1 í seinna hálvleiki.