Her vinnur NSÍ stórsigur á ÍF

Video: Her ber til at síggja málini frá stórsigrinum hjá NSÍ móti ÍF

NSÍ vann í gjárkvøldið sannførandi 5-1 sigur í Eysturoyaruppgerðini móti ÍF.

 

Tað var ongantíð nakar serligur spenningur í dystinum, tí longu í hálvleikinum var NSÍ á odda 4-0.

 

Við sigrinum eltir NSÍ oddaliðið B36 á fyrsta plássinum, og júst tey bæði liðini skulu sunnudagin spæla oddabrak í Gundadali.

 

Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.