Her vinnur NSÍ stórsigur á ÍF

Video: Her ber til at síggja málini tá NSÍ smurdi ÍF av við Løkin í dag

NSÍ vann í dag stórsigur móti ÍF á heimavølli. Endaliga úrslitið av dystinum var 7-1 til NSÍ, eftir at NSÍ hevði verið á odda 4-0 í hálvleikinum.

 

Hetta var fimti sigurin á rað hjá runavíkingum í Effo-deildini. Teir eru tí eisini væl við í oddastríðnum í Effo-deildini, har teir bert hava fimm stig upp til KÍ á fyrsta plássinum.

 

Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum við Løkin í dag, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.