Her vinnur ÍF á Skála

Video: Her ber til at síggja málini frá týdningarmikla 0-2 sigrinum hjá ÍF á Skála

Skála og ÍF spældu í kvøld týdningarmikla botnuppgerð. Við einum sigri kundi Skála skapt spenning í botnstríðið aftur, men so varð ikki.

 

Hóast hálvleiksstøðan var 0-0, so avgjørdi ÍF dystin í seinna hálvleiki. ÍF liðskiparin Bartal Eliasen legði ÍF á odda, tá gott og væl ein tími var leiktur av dystinum.

Móti endanum av dystinum legði Skála nógv fyri, fyri at fáa útjavnandi málið og hetta gav gott pláss til ÍF áleypararnar. Tað eydnaðist eisini ÍF at økja um munin í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat. Seinna málið hjá ÍF skeyt klaksvíkingurin Kristoffur Jakobsen.

 

Við sigrinum hevur ÍF lyft seg burtur úr botnstríðnum, meðan Skála framvegis hevur 10 stig upp til niðurflytingarstrikuna.