Her vinnur B68 á KÍ

Video: Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum B68 og KÍ

B68 vann í dag heimadystin móti KÍ 1-0.  Einsamalla málið hjá toftamonnum skeyt senegalesiski áleyparin, Ibrahima Camara, tá 53 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Við sigrinum hevur B68 skapt spenning í aftur botnstríðið, tí munurin millum B68 og AB er nú 6 stig. Tey bæði liðini møtast á Svangaskarði komandi sunnudag.

 

Fyri KÍ var ósigurin dyggur smeitur í stríðnum um at tryggja sær evropeiska luttøku til komandi ár, tí øll hini liðini ið KÍ kappast við, settu í dag stig til.

 

B68 – KÍ 1-0 (0-0)

1-0 Ibrahima Camara, 53.