Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, stevnir B36 beint ímóti at endurvinna FM heitið.
B36 vann í gjár oddadystin móti NSÍ heili 3-0, og er nú fimm stig frammanfyri NSÍ á øðrum plássið og sjey stig frammanfyri Víking á triðja plássinum.
Odmar Færø, Alex Mellemgaard og Hans Pauli Samuelsen skutu málini fyri B36 í sigrinum í dag.
Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum millum B36 og NSÍ, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.