Her vinnur B36 á KÍ

Video: Her ber til at síggja drúgvan samandrátt av uppgerðini millum B36 og KÍ í dag

B36 er nú ájavnt við NSÍ á fyrsta plássinum í Effo-deildini. Tað staðfestu teir í dag, teir á heimavølli vunnu 2-1 móti KÍ.

 

Sum heild var talan eisini um ein góðan og undirhaldandi dyst, har bæði dramatikkur, útvísing og mál vóru.

 

Jákup á Borg legði fyrst B36 á odda 1-0, men stutt áðrenn hálvleik javnaði KÍ leikarin, Heðin Klakstein til 1-1. Merkisvert er eisini, at pápi Heðin Klakstein, Eyðun Klakstein, er venjari hjá B36.

 

Men eins og ofta áður, so avgjørdi B36 profilurin, Lukasz Cieslewicz dystin fyri B36, tá hann skoraði avgerandi málið til 2-1.

 

Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum, sum Jóhan Thomsen tók upp.